Lisbeth L. Petersen
Lisbeth L. Petersen er fødd tann 28 mars 1939 og vaks upp í Tórshavn. Hon vaks upp í einum heimið har politikkur var nógv á dagsskrá og serliga viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Abbi hennara Andras Samuelsen var formaður í Sambandsflokkinum, limur í bæði ríkisdegnum og løgtingi. Eftir at vit fingu heimastýrislógina var hann okkara fyrsti løgmaður. Pápi Lisbeth, Georg Lindenskov var blaðstjóri á Dimmalætting í meir enn 50 ár.
Eftir at hava lokið realprógv í 1955 fór Lisbeth til Danmarkar á studentaskúla. Hon gekk á Bagsværd Kostskole og gymnasium ið beint eftir kríggi var byrjað at taka gentur inn. Hón tók studentsprógv í 1958 og hevði hug at læra til blaðfólk, pápi hennara mælti staðiliga frá tí at hann helt hetta var ov strævið fyri eina kvinnu. Í staðin fór hon at arbeiða sum krambakvinna í einum manufakturhandli. Í 1959 fór hon undir útbúgving á Handilsháskúlanum samstundis sum hon arbeiddi sum skrivstovuhjálp hjá SAS. Hon gjørdi ikki sína útbúgving lidna tí tá hevði hon hitt sín komandi mann heima í Føroyum, Jákup Petersen. Eftir 1 ár í Keypmannahavn fór hon heimaftur til Føroyar.
Tey vóru gift í 1960 og við eitt var Lisbeth vorðin húsmóður og sjómannskona. Jákup var maskinmeistari í danska handilsflotanum og kundi vera burtur í upp til 1 ár í senn. Lisbeth var nú sum so nógvar føroyskar kvinnur sjómannakona og mátti tí í lang tíðarskeið ansa heimi og børnum einsamøll. Hetta gjørdi hana tilvitaða um støðuna hjá kvinnunum í Føroyum. Tær høvdu eina stóra ábyrgd og næstan onga ávirkan á samfelagi. Politikkur var fyri menn. Tá hon meldaði seg inn í Sambandsflokkin var ongin kvinna á tingi. Tíðirnar vóru við at broytast og Lisbeth var virkin í Kvinnufelagnum í Havn. Kvinnurnar byrjaðu at vera meira sjónligar í tí almenna tjakinum og í 1970’unum byrjaði man at viðgerða spurningin um javnstøðu millum menn og kvinnur av álvara. Samstundis var tað alt meira vanligt at kvinnur arbeiddu uttan fyri heimið. Frá 1979 til 1983 var kvinnuting hildi hvørt ár og har luttóku kvinnur frá øllum flokkum. Hugsanin var at læra kvinnur at luttaka í politikki við at viðgerða eitt mál í senn á sama hátt sum løgtingi ger, her var Lisbeth virkin allatíðina.
Lisbeth stillaði fyrstu ferð upp til býráðsvalið í Tórshavn í 1984 og var vald. Hon var tann fyrsta kvinnan í Sambandsflokkinum ið var fólkavald. Í samgongusamráðingunum fekk hon boðið borgmeistarasessin, hon tók ikki av men bleiv ístaðin varaborgmeistari og formaður fyri sosialu nevnd. Hesi størv helt hon áfram at hava eftir valið í 1988 og gjøgnum hetta arbeiði kom hon í samband við nógv fólk. Eftir valið í 1992 var trýsti frá hennara baklandið, ikki minst kvinnunum, so stórt at hon gjørdi av at taka av og bleiv hon sostatt fyrsta kvinnan ið var borgmeistari í Tórshavn.
!992 og árini fram vóru sera trupul í Føroyum við kreppu innan øll øki. Hóast hetta fekk Lisbeth dygga undirtøku sum borgmeistari í Tórshavn. Tá hon kom í býráði var Sambandsflokkurin minsti flokkur men við valið í 1996 bleiv hann stórstur. Hóast hetta var samgonga skipað uttanum hana og Sambandsflokkin.
Lisbeth var vald á løgting í 1990 og situr hon har enn. Eftir valsigurin hjá Sambandsflokkinum í 1994 fekk hon eina týdningarmikla støðu eisini landspolitiskt. Hon hevur verið limur í formannskapinum í løgtinginum har hennari stóri áhugi hevur verið samband og samstarv við Ísland og Grønland. Eina tíð var hon forkvinna í Útnorðurráðnum og tað var eftir tilmæli har frá at Demokratia sá dagsins ljós.
Hon var vald sum fyrsti kvinnuligi floksformaðurin í Sambandsflokkinum í 2001 og stóð hon á odda fyri flokkinum til løgtingsvalið í 2004. Valið gekk ikki so gott sum veljarakanningarnar høvdu spátt og fekk hon nógvar ábreiðslur fyri úrsliti. Lisbeth tók avleiðingarnar og legði frá sær sum flokksformaður stutt eftir valið. Lisbeth hevur eisini verið Fólkatingslimur frá 2001 til 2005. Nú hevur Lisbeth boða frá at hon ikki stillar upp til løgtingi aftur.
Lisbeth hevur, við síni virðiligu framferð verið ein fyrimynd fyri føroyskar kvinnur. Hon hevur prógva at føroyskar kvinnur kunnu gera seg galdandi allastaðni í samfelagnum.