Tíðindi
04.07.2023

Niels Uni Dam er nýggjur formaður

- Nýggja nevndin skipaði seg á sínum fyrsta fundi í dag

Nevndin fyri Demokratia, sum varð vald í farnu viku, hevur í dag skipað seg. Nývaldur formaður er Niels Uni Dam, meðan Rósa Gaardlykke Tyril er vald næstkvinna.

Áðrenn fundin í Almanna- og mentamálaráðnum, nýtti landsstýriskvinnan Sirið Stenberg høvið til at ynskja nýggju nevndini góðan arbeiðshug og vísti samstundis á týdningin av arbeiðssetninginum hjá Demokratia.

Nýggi formaðurin er eisini ivaleysur um týdningin av at fáa størri javnstøðu í føroyskan politikk.

- Eg haldi, at tað er so sjálvfylgiligt, at vit skulu hava javnstøðu í okkara politisku skipan. Vit eru áleið helvt um helvt menn og kvinnur í Føroyum, og tí eiga bæði kyn at vera javnt umboðað í politikki. Vit hava javnstøðu í Landsstýri og á Fólkatingi, men enn eru vit komin ov stutt á Løgtingi og í kommununum. 

Verður hugt at støðuni í dag, eru bert tíggju kvinnur og 23 menn í Løgtingi – sostatt umboða kvinnur minni enn ein triðing í Løgtingi. Í kommunustýrunum er talið eitt vet frægari enn í Løgtinginum. Men hóast kvinnur har umboða 36%, er hetta als ikki nóg mikið, sigur Niels Uni Dam.

- Vit minnast øll, hvør tók um endan í Tórshavnar og Vestmanna kommunu, tá ruddast skuldi upp í 90'unum, so kvinnur bæði kunnu og duga kommunupolitikk, tí er eingin orsøk til hetta skeiva býtið, ið vit uppliva.

Samstundis siga 81% av føroyingum seg ynskja javnstøðu í kanning, sum Gallup Føroyar gjørdi fyri Demokratia í fjør. Sama tal var ónøgt við, at landsstýrið einans var umboðað av monnum í síðsta parti av seinastu løgtingssetu. 

Hóast flestu okkara vilja hava størri javnstøðu í politikk, eru ábendingar um, at munur er millum høgru og vinstra, tá tað snýr seg um, hvar atkvøðurnar fara. Hetta vísir javnstøðukanning, sum varð gjørd fyri Demokratia, Javnstøðunevndina og Almanna- og mentamálaráðið á vári í ár. Men hugsjónarliga er ongin orsøk til hetta, metir Niels Uni Dam.

- Javnstøða snýr seg ikki um høgra ella vinstru, ella um loysing ella samband. Tí er onki í vegin fyri, at vit fáa enn størri undirtøku fyri javnstøðu, serliga tá vit hugsa um, at 81% av veljarunum í Gallupkanning í fjør, søgdu seg ynskja størri javnstøðu. 

Í nevndini sita umboð úr hvørjum flokki á Løgtingi, eitt umboð fyri Kommunufelagið, eitt umboð fyri Kvinnufelagasamskipan Føroya og eitt umboð fyri Javnstøðunevndina. Nevndin fyri Demokratia verður vald fyri valskeiðið, Løgtingið situr, og skipar seg sjálv við forkvinnu ella formanni.

Í nýggju nevndini fyri Demokratia eru hesi umboð:

Fyri Fólkaflokkin: Jóhan Eli Poulsen, Hvalba

Fyri Sambandsflokkin: Rasmus Son Mørkøre, Hoyvík

Fyri Javnaðarflokkin: Sigrið Sámalsdóttir Hentze, Sandur         

Fyri Tjóðveldi: Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen, Miðvágur         

Fyri Framsókn: Hilbert í Grógv, Toftir    

Fyri Miðflokkin: Rósa Gaardlykke Tyril, Norðragøta          

Fyri Kvinnusamskipan Føroya: Elisa Vang, Tórshavn     

Fyri Kommunufelagið: Bjørg á Rógvi, Vestmanna

Fyri Javnstøðunevndina: Niels Uni Dam, Tórshavn

Varaumboðini eru:

Fyri Fólkaflokkin: Lillian Bjarnadóttir Poulsen, Hoyvík

Fyri Sambandsflokkin: Maud Poulsen, Vestmanna

Fyri Javnaðarflokkin: Ólavur Larsen, Fuglafjørður

Fyri Tjóðveldi: Rani Nolsøe, Klaksvík

Fyri Framsókn: Birita Arge, Hoyvík

Fyri Miðflokkin: Dánjal av Rana, Hoyvík

Fyri Kvinnusamskipan Føroya: Marna Jacobsen, Sørvágur

Fyri Kommunufelagið: Jóannes Lisberg, Famjin

Fyri Javnstøðunevndina: Mary Antonsdóttir, Hoyvík